Góða Tú
Takk fyri brævið. Tú er ein góð og fitt vinkona.
Tú skrivar at talan er um bestu vinnkonuna. Tú er sjálv 13 ár, so eg rokni við at vinkonan eisini er ca. 13 ár. Men tað er ikki sikkurt eg havi rætt?
Hon hevur 2 systkin, men eg veit ikki hvussu gomul tey eru. Eru tað kanska yngri systkin? Um tað er soleiðs at hon er eldri enn tey, so er tað heilt vanligt, at man fær meira ábyrgd heima, tá ið man er blivin 13 ár. Hetta kann t.d. vera: at hjálpa til við at gera mat, at vaska, keypa inn, lufta hundin ella líknandi.
Tú skrivar at hon verur skelda allatíð, men tað er ringt at koma við nærri ráðum tá vit ikki vita meira. Hví verur hon skelda allatíð?
Men at tú er bangin um hana, er ein keðilig støða hjá tær at vera í. So eg vil ráða tær til at tosa við ein vaksnan sum tú hevur álit á, t.d. mammu, pápa, gubba, mostur ella okkurt líknandi, so ein vaksin kann hjálpa tær.
Tú er eisini vælkomin at ringja til okkum á 116 111 ella skriva eitt nýtt bræv.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin