Halló “ Far vekk “!
Talan er um ein vanvirðisligan atburð, ið dreingirnir hava. Eitt er, at teir tosa um sex, men teir hava ikki rætt at gramsa uppá bróstini hjá gentunum. Tað, sum teir gera, er at gera seg inn á tykkum gentur, og tað er umráðandi, at tit ikki finna tykkum í tí. Um tit finna tykkum í tí, steðgar ágangurin ikki.
Hvat siga hinar genturnar? Um tú ikki vilt siga tað við læraran sjálv, kanst tú royna at fáa hinar genturnar við tær. Fyri at ágangurin skal steðga, mugu tit siga frá hjá einum vaksnum, sum kann hjálpa tykkum.
Í tykkara aldri broytast tit nógv, bæði kroppurin og tykkara hugsunarháttur. Tað er av týdningi, at tit koma at kenna tykkara kropp. Tað er púra vanligt, at dreingir í tykkara aldri hugsa um sex og eru forvitnir eftir at vita, hvussu gentur síggja út, men tað gevur teimum ikki rætt at gera seg inn á tykkum!!
ONGIN hevur rætt at gera seg inná nakran annan!
Góða eydnu :o)
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin