Hey :0) Takk fyri áhugaverda brævið hjá tær!
Tú sigur í brævinum hjá tær, at tú og ein drongur, sum tær dámar væl, næstan eru komin saman,men at tú heldur, at tað er flóvisligt og at tú ikki torir at mussa hann o.s.fr., men síðani spyrt tú, um tað er normalt at hava tað so, og til tann spurningin er at siga, at soleiðis sum tú hevur tað, er púra normalt og nærmast einki meira normalt enn tað. Tú sigur ikki, hvussu gomul tú ert, men hinvegin sigur tú, at tú ikki hevur havt nakað fast forhold fyrr, so tað kann vera ein lítil partur av tí, at tú ikki vilt vísa hann fram. Og tíverri er tað ofta so, tá ið ein er ungur, at ein ofta ”velir” sjeik út frá, hvussu hann ella hon særsíggja út, men valið, ið tú hevur gjørt við at velja útfrá, hvussu drongurin er, ljóðar ógvuliga skilagott og búgvið. So tú mást bara geva tær sjálvari tíð til at venja teg við tankan, at tú hevur sjeik, og vísa hann fram, tá ið tú sjálv ert klár og hevur vant teg við tankan. Tað kann ofta taka eitt sindur av tíð at venja seg við tankan um at ein er komin saman við einum , tí at tað er jú heilt nýtt og ein støða, ið tú ikki hevur verið í fyrr. So tak tú tað bara róligt, alt skal nokk laga seg.
Góða eyðnu!:) Tú & Eg Ráðgevingin