Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr

Feit?

Spurningur:

Heeey. 1000 takk fyri hesa heimasíðuna, hon er mega góð. Mítt problem er: eg veit ikki um eg vigi ov nógv? Eg eri 1.68 & vigi 61.... Hopi tit svara aftur.

Svar:

Góða tú.
Takk fyri tey penu orðini um heimasíðuna.
Tú spyrt um vektin hjá tær er í lagi. Tað er altíð torført at svara, tá man ikki sær persónin sum spyr, tí tað er so ymiskt hvussu kropsbygnaðurin er. Serliga hjá ungum í pubertetinum, tí tað er so ymiskt hvussu menningin av kroppinum fer fram. Fyri ikki at blíva feit er tað av týdningi, at tú etur sunt, og tað vil siga, nokk av  grønmeti, fiski, kjøt og frukt og minni av sukur, slikk og líknandi. Somuleiðis at tú dagliga rørir teg, gongur ein túr ella íðkar onkran ítrótt.
Um tú ert nógv í iva, kanst tú fara til heilsusystrina á skúlanum hjá tær aftaná summarferiuna. Hon kann viga teg og annars ráðgeva tær í forhold til vektina.

Góða summarferiu!
Tú & Eg Ráðgevingin