Search
Close this search box.
Eg havi ssssoooo feit lør hvussu skal eg gera. Eg tori ikki vísa meg. Hvat skal eg gera fyri at eg ikki havi soooo feit lør.

Tú skrivar at tú ikki torir at vísa teg, tí tú hevur so feit lør. Nú veit eg ikki, um tú hevur roynt at gera nakað við tað, og um hvussu feit lørini eru í mun til restina av kroppinum. Tí er tað ringt at geva tær nøkur ítøkilig ráð.
Men um tú ikki longu gert tað, so er tað altíð gott at røra seg og venja ítrótt, og tí vil eg mæla tær til at royna tað. Kanska tú kundi spurt onkran venjara, um nøkur uppskot til serligar venjingar tú kann gera, sum eru góðar fyri at stramma lørini upp.
Eisini kanst tú fara inn á www.kidshealth.org (víðari: for TEENS, Your BODY) og lesa um ymiskt sum hendir við kroppinum hjá tær í ungdómsárunum.
Góða eydnu og skriva endiliga aftur, um tú hevur tørv á tí.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…