Hey góða genta Takk fyri títt bræv.
Ùt frá tí, sum tú skrivar í tínum brævi, meti eg ikki, at tú vigar ov nógv. Tú ert ein púra vanligt genta. Tað er ringt at siga, hvat ein eigur at viga sum 14 ára gamal ella sum 18 ára gamal. Øll menninskju eru ymiskt bygd. Tað, sum eg vil mæla tær til at gera, er at tosa við tína heilsusystur á skúlanum. Hon kann síggja teg, so hjá henni er tað lættari at geva tær eitt nágreinligt svar í mun til vekt og kost. Skilji eg teg rætt tá tú sigur at mamma tín eisini heldur at tú ert ov tjúkk ? Kanska hevði tað verið eitt hugskot, um tú og mamma tín saman tosaðu við ein serfrøðing innan kost ? Annars so vil eg minna á, at tú ert tannáringur og í vøkstri, og tá er sera umráðandi ,at tú fært rættan kost – tað er heilsugóðan og fjølbroyttan mat. Samstundis er umráðandi, at tú rørir teg dagliga, antin við at ganga, renna, súkkla, íðka ítrótt o.a. Vónandi hevur tú fingið eitt nóg gott svar.
Øll góð ynskir til tín – heilsan Tú & Eg Ráðgevingin