Halló “ Fimleik og svimjing “!
Tær nýtist ikki at vera bangin, tá ið tú hevur menstratión, tí at tað er nakað heilt vanligt at hava, men tað kann gott vera flóvisligt tá man er 12 ár. Tað tú kanst gera er, at tá ið tú skalt hava svimjing og tú hevur mánasjúkuna, kanst tú biðja foreldrini skriva ein seðil til læraran, ið sjálvandi fer at góðtakað, at tú ikki kanst svimja. Viðvíkjandi fimleikinum er tað øðrvísi, tí tá ber næstan altíð til at kunna renna og tílíkt, sjálvt um tú hevur menstruatión. Um tað er fyrsti dagurin og tú bløðir nógv og møguliga hevur ilt í búkinum, kanst tú hava ein seðil við tær.
Tað er ikki flóvisligt at hava fingið menstruatiónina, tað er heilt natúrligt, men minnst til at siga hetta við lærarin, tí tá tú fer eftir ferð kemur og sigur at tú ikki hevur klæðir við og ikki sigur hvat tann veruliga grundin er, so blíva lærarnir irriteraðir. Sig hvat bagir og ver erlig, tað ger tingini nógv nemmari og lærarnir fara at skilja hví tú gert sum tú gert.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingingin