Search
Close this search box.
Hey. Fyrst vil eg takka fyri ein so góðan brævkassa .
Problem nr. 1:
Eg gangi í 4 flokki. Í skúlanum, sá eg at ein límsitift proppur, lá á lærara pultinum. Eg tók hann, og vísti hann fyri flokkinum ímeðan eg segði; “Hvør eigur hendan proppin?” Ongin svaraði. So byrjaði eg at klippa í hann. Aftaná tíman, segði ein genta við tann sum átti proppin; “Hygga! **** hevur oyðilagt proppin hjá tær!” Og so RÓPTI og SKRÁLAÐI hon eftir mær, og segði eg skuldi keypa ein nýggjan propp. Men tað kann man also ikki! So eg skal keypa eina límstift! So segði hon, at hon bara skuldi hava proppin, og ikki límstiftina sum eg hevði keypt .
Hvat feilar henni?! Er hon øvunsjúk?!

Problem nr. 2:
Ein drongur í flokkinum er “villur” eftir mær. Men eg vil als ikki hava hann. Hann hevur spurt ca fimm ferðir nú um eg tími at ganga saman. Havi sagt nei hvørja ferð.
Er tað ónt?!



Vinarliga Anonym.

Hey, góða anonyma genta..
Eg dugi ikki at siga, hví handan gentan í flokkinum hjá tær er óð. Men eg rokni ikki við, at tað er tí at hon er øvundsjúk; tað er nokk heldur tí at hennara límstift er blivin oyðiløgd. Tú kanst eisini royna at spyrja hana hví hon gjørdist SO ill? Men, kanska skuldi tú bara farið og keypt henni eina nýggja límstift, tí so hevur hon so í øllum førum einki at vera óð um.

Til problem nr 2 vil eg siga, at tað als ikki er ónt at siga nei til at ganga saman við einum drongi, sum tú ikki hevur hug til at ganga saman við. Sjálvandi skalt tú ikki tað!

Vinarliga,
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…