Heej eg eri ein genta 14 ár sum havi nakrar spurningar: Hvat er at fleyða sær? Hvat er jomfrú? Hvussu stórar skulu bubbirnar vera áðrenn man passar BH..??

Góða tú!
Tú hevur 3 spurningar. Fyrst spyrt tú hvat tað er at fleyga sær? Tað er eitt seksuelt njótilsi hjá dreingjum, hvar teir hála forhúðina aftur og fram, á pissilinginum.
Hvat er so ein jomfrú? Tað verður ofta sagt um ein, sum ikki hevur verið í song ella havt kynsligt samband við ein annan.
Tú kanst lesa meira um hesi evnir á barnabati.kinsta.cloud og www.sexlinien.dk

Til seinasta spurningin kann eg ikki siga tær hvussu stór bróstini skulu verða fyri at passa ein BH, men tað er niður í heilt lítlar støddir. Kroppsburðurin hjá øllum er ymiskur, so tað er bara at royna seg fram ella fara í ein handil sum selur undirklæðir at spyrja um ráð og vegleiðing.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg