Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr

Flóvisligt

Spurningur:

Eg var í skúlanum hjá mær, og so vippaði eg við stólinum, Og so einaferð datt eg, og so frataði eg, og so síðan tá hava øll sagt "puha" við meg .. Skal eg siga tað við flokkslærarin, ella skal eg bara siga tað við tey ..?

Svar:

Góða Genta
Ja tað er flóvisligt at frætað meðan øll hoyra tað og serliga um tað eisini luktar. Men tað er øgiliga freistandi at siga við teg, at nú hevur tú kanska lært ikki at vippa á stólinum.

Tú kanst velja at siga tað við flokkslærarin, at tú ikki heldur at tað er stuttligt at øll siga puha við teg. Tú kanst eisini velja at syngja saman við teimum “( navn ) hevur prumpað, sigi øll puha”. Tað er sangurin á Ævintýrarferðini hjá Dánial og Búa.
Eg trúgvi tað nemmasta er at lata sum onki ella fáa okkurt stuttligt burturúr tí, kanska við at spyrja um tú skal frætað aftur? Øll fólk frætað viðhvørt og einasta orsøk til at vit halda tað er stuttligt at arga við tí, er tí at øll halda tað er flóvisligt. So royn at flenna saman við teimum og sig at tú heldur tað var ordiliga flóvisligt.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin