Hey tú, ið heldur tað vera flóvsligt!
Helst er onki galið við tær. Tað er vanligt, at mánasjúkan er sera óreglulig taðtey fyrstu árini. Nú sigur tú ikki, um tað var tín fyrsta mánasjúka, men tað gangi eg út frá, og at tú annars hevur tað gott, og so er bara at bíða, hon fer at koma aftur. Tvey fyrilit eru tó: Eg gangi eisini út frá, at tú ikki hevur verið i song við einum drongi, tí annars skal ein sjálvandi gera graviditets roynd (kann keypast á Apotekinum). Um tú í minst ½ ár áðrenn hevði heilt regluligar mánasjúkur, og so hvarv hon nú i 9 mðr., so er skilagott at fara til læknan og tosa um trupulleikan, tí tá kann vera nakað óvanligt við tínari hormonbalansu.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin