Halló til tín,
Takk fyri eitt stuttligt bræv 🙂 Tó tykist tín trupulleiki als ikki at vera stuttligur.
Heilt stutt so vil eg siga við teg, at tú skal ringja til tín kommunulækna – jú skjótari jú betur, so at tú kanst sleppa av víð pínuna, tá tú pissar. Tríggir mánaðir er nokkso leingi, at hava ilt tá mann pissar, tað skuldi ikki veri neyðugt.
Tú hevur rætt, TÚ er púra normal! Tað, sum tú lýsir kann vera bruni í bløðruni ella í landgøgnunum (urinvej), sum er púra vanligt. Tað kann eisini vera kynssjúka ella okkurt annað.
Viðv. at tú er flóvur, so stendur í lógin:
Sum útgangsstøði stendur í lógini at foreldramyndugleikin skal fráboðast. MEN, tað eru ymsar vegleiðingar til hasa lóggávuna, sum eisini eru galdandi í Føroyum. Sambært landslæknanum kunnu tað vera støður, har ein undir 18 ár kann missa møguleikan at sleppa til lækna, um foreldrini skulu vera við. Í stuttum merkir hetta at kommunulæknin kann meta um tína persónligu støðu, og síðan avgera um tú kann fara til lækna, uttan at foreldrini fáa tað at vita.
Vit hava staðfest, at tú er normalur og øll normal 17 ára gomul hava roynt at verið flóv áður. Tú veit sjálvur, at tú kemur yvir tað aftur 🙂
Ring tú bara til læknan og fá hatta ornað.
Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin