Góða Tú
Takk fyri brævið, eg vil fyrst og fremst rósa tær fyri at tú longu nú hevur sagt frá. Eg skilji ómetaliga væl, at tað er keðiligt at flyta frá vinunum.
Tað stutta svarið til tín spurninger er: Tú hevur rætt til at vera við at avgera, hvar tú skalt búgva.
Í Barnarættindasáttmálanum stendur í grein 12. at: Tú hevur rætt til at siga, hvat tú hugsar um alt tað, sum hevur við teg at gera. Tey vaksnu skulu lurta eftir tær, og virða tíni sjónarmið. Tá ið ein myndugleiki ella ein dómstólur viðger ella tekur eina avgerð í einum máli ella spurningi, ið hevur við teg at gera, skalt tú fáa møguleikan at siga tína hugsan.
Men, tá tað er sagt, so er alt ikki altíð so einfalt, tíanverri. Tú skrivar ikki hvør støðan hjá pápa tínum ella mammu tíni er. Foreldur hava ábyrgdina, bæði av tíni uppaling og menning. Tey skulu hugsa um, hvat er best fyri teg. Um foreldur tíni hava tørv á hjálp, skal samfelagið veita hesa hjálp. So kunnu tey gott fáa barnaserkøna familjuráðgeving frá mynduleikunum. Hetta kann man fáa við at seta seg í samband við flokslæraran, ella við at ringja til barnaverndartænastuna, har ein býr.
Men eg hugsi, at fyrst og fremst, so hanlar tað um, at tit tosa saman. Og, sum eg skliji á brævinum frá tær, so er tú djørv at siga frá. Eg haldi at tú skal tosa meira við mammu tína. Er tað kanska okkurt tit kunnu gera fyri at tú ikki skal missa sambandið við tínar vinir? Um tú heldur at tað er ringt at forklára, so kanst tú gott vísa henni hetta brævið, sum kann hjálpa tykkum at tosa meira um tað. Børn og ung hava altíð rætt at siga sína hugsan um alt sum hevur við seg sjálvan at gera. Fyri at vit øll skulu hava tað gott, er sera umráðandi, at vit øll tosa saman um kenslur og tankar. Um tú kennir at tú hevur tørv á, at vit greiða betri frá um hesi viðurskifti, kanst tú ringja anonymt til okkara á 116 111. Vit síggja ikki hvør tað er sum ringir, og alt vit tosa saman um er í trúnaði. (Hemmiligt)
Tú & Eg Ráðgevingin.