Góða tú, ið følir teg skyldiga!
Takk fyri brævið! Tað er gott, at pápi tín er farin í viðgerð, og vónandi megnar hann at sleppa av við sín alkoholtrupulleika. Soleiðis sum tú greiðir frá tínari støðu og tínum kenslum, serliga skuldarkenslum, gevur tað mær eina klára mynd av enn einum barnitannáringi, sum hevur livað leingi saman við einum pápa ella mammu við alkoholtrupulleikum. Tá ein sum barn veksur upp við foreldrum, ið drekka ov nógv, er tað rættiliga strævið at vera barn. Tað hevur tú nokk merkt sjálv, um ikki tá tú vart barn, men tá tú ert blivin eldri. Tað, sum børn, hvørs foreldur drekka hava til felags, er at tey eru nívd av ringari samvitsku rættiliga ofta og vilja gera alt, sum er gjørligt fyri at hjálpa foreldrunum, sum hava trupulleikar. Tað er vanligt, at børnini taka ov stóra ábyrgd av, hvussu foreldrini hava tað.
Nú, ið tú ert blivin ein ung kvinna og skalt sjálv royna at fara í gongd við at skapa títt egna lív, er tað trupult, tí tú hevur samkenslu við pápa tínum og av onkrari grund heldur, at tað er tín skyld, at hann er í støðuni sum ein einsamallur maður. Samstundis veitst tú, at tú einki hevur við hansara einsemi at gera og at tað er nakað, ið hann sjálvur má taka ábyrgd av. Royn og hugsa øvugt: Hvat kann pápi tín gera fyri teg? Kann hann koma til Havnar at hjálpa tær við tí, ið tú hevur brúk fyri? Hann skal nú finna nýtt innihald í lívinum, royna at finna onnur fólk at koma saman við, kanska ein nýggjan maka, nýggj ítriv.. Pápi tín hevur fólk, ið hann kann tosa við og sum hjálpa honum, tá hann hevur brúk fyri tí. Hann kann fara til AA-fundir, eisini eftir, at hann hevur verið í viðgerð. Har eru øll í somu støðu sum hann og royna at hjálpa hvørjum øðrum.
Aftur til tín: Tá tú ert 17 ár, kanst tú gott venda tær til barnaverndina í tínum øki, altso har, ið tú hevur bústað, har tú kanst greiða teimum frá tínum uppvøkstri, og at tú hevur brúk fyri at fáa hjálp frá antin sálarfrøðingi ella øðrum viðgera, fyri at sleppa av við skuldarkenslurnar og ábyrgdarkensluna í samband við alkoholtrupulleikarnar hjá pápa tínum. Hjálpin, ið tú fært frá Barnaverndartænastuni er ókeypis. Tað eru tíverri eingir viðgerðarbólkar fyri tannáringar, hvørs foreldur hava alkoholtrupulleikar, men tá pápi tín er í viðgerð á Heilbrigdi, er kanska viðgerðartilboð á Heilbrigdi fyri avvarandi, altso samrøður, ið ein misbrúksráðgevi hevur við makar og børn, antin saman ella hvør sær. Kanska hevði tað eisini verið gott fyri mammu tína, sjálvt um tey ikki liva saman longur. Tað at liva saman við fólki við alkoholtrupulleikum, kann gera stóran skaða, bæði á makan og børnini. Eisini er www.blakross.fo ein góð heimasíða , har tú kanst lesa ymiskt um tað at vera avvarandi, og har finnur tú eisini Rúslinjuna, har tú kanst ringja anonymt og tosa við ein ráðgeva.
Vend tær endiliga aftur til okkara ráðgeving, um tú hevur brúk fyri tí!
Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin