Search
Close this search box.
Heey. Hetta er ein góð heimasíða. 
Eg og ein drongur hava verið væl í nakrar mánaðar nú. Eg havi allatíð havt mistanka um at hann hevur fjasast við einari aðrari ímeðan, tí at hann hevur verið so skiftandi. Fyrst elskaði hann meg og so elskaði hann meg ikki. Og hvørja ferð vit hava klændrast, eri eg blivin so kedd og havi lovað mær sjálvari, at eg ikki skal fara aftur til hann. Men tað eri eg farin hvørja ferð. So skeldaðust vit nú ein dagin og tá eg spurdi um hann hevði eina aðra, svaraði hann ja. Eg bleiv so vónsvikin. Eg føldi meg útnyttaða. Tað er akkurát sum, at tá tað ikki hevur gingið so gott hjá teimum, er hann komin til mín og øvuðgt. Og so nú havi eg lovað mær sjálvum at eg ikki fari aftur, líka mikið hvat hann so sigur ella ger, ella hvat eg nu einaferð føli. 
So mín spurningur er: Hvussu kunnu dreingir gera slíkt? Hava teir einki hjarta ella hvat ? Eg veit ikki um eg kann stóla uppá nakran drong aftur.

Eg dugi ikki at siga tær, hvussu tað ber til, at hasin drongurin fekk seg til at vera saman við tveimum gentum í senn. Men í øllum førum, so er hann ikki nakað at samla uppá, so tað er gott, at tú slapst tær av við hann! Tá ið hann ger sovorðið, so er tað nokk tí at hann ikki hevur verið nóg áhugaður í tær ella í hinari. Og soleiðis er tað viðhvørt. Hatta kunnu bæði gentur og dreingir finna uppá at gera, men tíbetur, so eru teir flestu dreingirnir fittir, og til at stóla uppá. So, tú mást ikki missa mótið orsakað av, at tú hevur verið óheppin við EINUM drongi. Tað eru massar av fittum drongjum har úti, og har er heilt sikkurt eisini onkur til tín!

Alt tað besta og góða eydnu.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…