Search
Close this search box.
Heyhey.. hopi tit kunnu hjálpa mær. Mítt problem er at eg veri gódtikin ‘men’ eg føli bara ikki sum eg veri heilt gódtikin sum eg eri. Eg tími ikki at broyta meg sum mínir vinir eru osv, tí eg eri bara ikki tann gentan.. Eg eri faktist meg sjálvan altíd men eg skilji bara so lítid. og øll flenna altíd eftir mær og siga eg eri so dumm. Onkuntid siga tey at tey ikki meina tad, men eg veit sjálv at eg eri uppá ein máta dumm’ vissi man skal siga uppá handa mátan.. Eg havi bara so ringt vid at skilja og fata ting, og kenni ikki heilt øll ordini.. Onkuntid tosa fólk vid meg, eg reini at lurta, men fati tey bara ikki heilt, sum um míni oyrir lukka av, so má eg altid siga: also sig tad ummaftur.. Tad er blivi so bítt nú at øll siga altid vid meg at eg eri dumm, og sjalvt um tey siga tey ikki meina tad, so er tad altid eitt lítid petti av mær sum tekur tad ringt, men reini altid bara at liva vid tí.. Men eg vil orduliga vera klókari, eg vil fata ting og kunna lurta eftir mínum vinum tá tey tosa, enn at standa í adrari verd, skilja tit?. Eg havi altid veri tann gentan sum vininir kundu fara til tá tey høvdu problemir, men nú er tad bara sodan, at tey tima ikki tosa vid meg um sovurigt meir, og sjálvandi skilji eg tey væl, tí hevdi eg havt eina sum aldrin lurtadi, hevdi eg heldur ikki tima at blivi vid.. eg havi fortalt vinunum tad ofta hvussu eg havi tad, tey skilja meg, men so tá id onnur fólk eru rundan um so skíta tey á tad, akkurat sum tey gera seg upp og kalla meg, so standi eg bara, also eg helt tit skiltu meg.. Veit slett ikki hvat eg skal gera? hava tit naka rá?? takk fyri hjálpuna :)

Hey góða genta!
Takk fyri brævið! Hatta er ein støða, ið tú skalt royna at broyta skjótast til ber.
Tú greiðir frá, at tín trupulleiki er, at tú verður góðtikin, men ikki heilt góðtikin, sum tú ert. Tá eg lesi brævið frá tær, leggi eg merki til orðið góðtikin. Tú bæði kennir teg og kennir teg ikki góðtikna, tí tú ikki ert so kvik sum nógv at teimum, sum tú dagliga ert saman við og tosar við. Tá tey greiða tær frá onkrum, skilji eg tað soleiðis, at tú hevur trupult við at savna tankarnar um at lurta og skilja tey, og tí eru tey byrjað at missa tolið og siga við teg, at tú ert dumm. Tey taka teg í álvara viðhvørt, men stuðla teg ikki, tá tú hevur brúk fyri tí. Sum eg skilji, so hevur støðan ikki altíð verið soleiðis, og tú nevnir ikki, hvussu leingi tú hevur havt trupulleikan og hvat kann vera orsøkin til, at tú nú hevur fingið trupulleikar við at savna tínar tankar, at lurta og skilja. Eg hugsi um tað eru onnur ting, ið tú ert meira upptikin av og sum órógva tínar tankar, soleiðis at tú ikki fært verið nærverandi.

Tín trupulleiki hevur einki við at vera dummur at gera, og hvat er tað at vera dummur? Tað er ymiskt, hvat fólk leggja í orðið at vera dummur? Í summum støðum brúka tey orðið dummur og í øðrum brúka tey orðið bíttur. Bæði orðini eru happin at brúka, tí tey eru negativ og ógvuliga lítið sigandi. Eitt er, at tú hevur trupult við at savna teg, men tað gevur ikki fólki rætt at kalla teg dumma. Tú hevur greitt tínum vinum frá, hvussu tú hevur tað, og tað er gott. So skuldu tey kunnað víst tær meira tolni. Kanska skalt tú siga við tey, at tú verður kedd, tá tey kalla teg dumma, sjálvt um tey ikki meina tað. Um tú leggur stórt trýst á teg sjálva fyri at minnast og fata skjótari, kann tað gerast enn truplari hjá tær.

Betri er at tú ert tolin við tær sjálvari og kanska roynir at finna út av, hvør orsøkin er og tosa við læknan hjá tær um hvørja hjálp hann kann vísa tær á.. Um tú hevur tørv á at venda tær til okkara aftur, ert tú vælkomin.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…