Search
Close this search box.
Eg haldi eg eri feit.. men øll hini siga at eg ikki eri tað.. hví haldi eg tað, eg vigi 60 & eri 1.68 cm. Eri eg so yvirvektig? Eg veit, at eg eri, men nú spyrji eg bara, … og hopi at eg fái svar….

Góða “For feit?”
Eg kann beinanvegin fortelja tær, at tá ið tú vigar 60 kg og ert 1, 68 m so ert tú als ikki ov feit. Tú hevur eina ‘góða vekt’, og ert akkurát passalig; tú ert ikki ov kløn og heldur ikki ov tjúkk.
Eg fari at geva tær tey hesi ráð:
–         Royn alt tú kanst at hugsa minni um, hvussu nógv tú vigar!
–         Sig við teg sjálva, at tú ert akkurát passalig.
–         Royn at njóta lívið og brúka tíðina til okkurt stuttligt og gott.
Eg veit væl, at tað ikki altíð er lætt. Nógv fólk hugsa sera nógv um teirra vekt.
Tey hugsa so nógv um, hvussu tey síggja út, at tað forðar teimum í at vera glað og njóta lívið. Vónandi kanst tú brúka mítt svar, so at tú nú fert at gera tær aðrar tankar um teg sjálva. Góða eydnu við tí!

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…