Hey hey!
Tú biður um ráð, hvussu tú kanst tosa við dreingin um hatta, at hann hevur sagt, at hann heldur hevði valt tína vinkonu fram um teg. Tað kundi verið freistandi at rátt tær til at lata vera og bara gloyma hann. Men tað er óivað best, at tú fært tosað við hann um tað. So fært tú kanska eitt svar, sum ger tað lættari hjá tær at koma víðari og koma yvir hann. Tá sært tú kanska, at hann ikki er góður fyri teg. Óansæð hvussu góð tú ert við hann, er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn tað fer at ganga út yvir títt sjálvsvirði. Tað er særandi og oyðileggjandi, tá tann, man er góður við, hevur aðrar við síðuna av. Er tað kanska ein partur av tær, sum vónar, at hann ikki meinti hatta og at tað blíva tit bæði aftur? Hugsa teg væl um. Vilt tú vera saman við einum dreingi, sum fyritrekkir eina aðra ella fleiri aðrar fram um teg? Eg haldi eisini, at tú skalt hugsa teg um, áðrenn tú konfronterar hann.
Tað er best, at tú fyrireikar teg mentalt uppá tað. Tú kanst skriva niður, hvat tú ætlar tær at siga og hvat hann kann finna upp á at svara. Tú kanst øva teg td. saman við einari vinkonu. Rolluspøl eru sera góð, har tú øvar teg, ímeðan ein vinkona spælir at vera hann. Um tú ikki torir at gera tað sjálv, kanst tú kanska fáa eina vinkonu at spyrja hann ella hava eina vinkonu við tær. Um tað er ov ringt at gera tað beinleiðis, kanst tú skriva honum ein mail, eitt bræv ella eitt sms. Ella kanst tú kjatta ella ringja til hansara. Møguleikarnir eru nógvir. Sig tað, tá eingin av hansara vinum eru har, tí annars kann tað blíva til roks ella reyp. Anda djúpt inn og út nakrar ferðir áðrenn. Royn at hugsa positivt. Tað, sum alt endar við, er tað besta fyri teg og hann vil tær ikki nakað ilt. Tað er vanligt, at man er góður við ein ekssjeik. Kenslurnar enda ikki altíð fyri tað um parlagið endar. Men tað er ikki tað sama sum, at man skal vera saman. So er tað hvussu tú skalt siga tað. Tú kanst siga honum, at tínar vinkonur hava hoyrt hann. Tú kanst spyrja hann, um tað passar ella hví hann segði hatta. Tað er altíð nakað, at hann er erligur yvirfyri tær og hevur innrømmað, at hann hevur trupulleikar við at vera ótrúgvur. Tað vísir, at hann ikki hevur samvitsku at særa teg. Tí kanst tú vænta eitt erligt svar.
Men ert tú fyrireikað upp á hansara svar? Ven teg við tankan um at tú kanska fært eitt svar, sum tú ikki ynskir. Eg má siga, at eg haldi, at tað er sera flott av tær at tú torir at konfrontera hann. Hetta er ikki lætt og tey allarflestu høvdu latið vera. Góða eydnu!
Tú ert vælkomin at skriva aftur til okkara ella ringja ella kjatta.
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin