Spurnarkassin: Genta, 10 ár spyr
Foreldur
Spurningur:
Eg eri ofta ógvuliga Bangin og kedd tá í míni foreldur skeldast Ein vinkona hjá mær.. Mamma hennara er skild tvær ferir og eg eri ofta bangin um.. At tey ganga frá hvør øðrum.. Kann tað veruliga henda?
Svar:
Hey Genta,
Takk fyri brævið.
Eg skilji ordiliga væl at tú blívur bangin tá foreldur tíni skeldast. Tað er eisini keðiligt at vinkona tín hevur eina mammu sum er skild tvær ferðir, og tí er hon kanska bangin um tað eisini fer at henda fyri tíni foreldur og tað gjørdi eisini at tú bleiv bangin um at tað kundi henda fyri foreldrini hjá tær.
Tað er gott at tú sigur frá tí tað kann enda keðiligt, um foreldur skeldast so illa og ikki fáa loyst trupulleikarnir sum tey hava, tó er tað ikki sikkurt at tað er so ringt at tey fara frá hvørjum øðrum. Tað kann eisini verða at tá tey skeldast so fáa loyst trupulleikarnir við at siga hvørjum øðrum hvat tað er sum plágar tey. Men eg haldi at tú kanst hjálpa teimum, um tú sigur teimum hvussu tú hevur tað. Tað hjálpir ofta tá børnini siga foreldrum sínum hvussu tey hava tað, so síggja foreldrini hvussu teirra skeldarí kann ávirka teirra barn ella børn.
Kanska tað hevði verið gott um tú segði sum var við mammu tína, ella pápa tín soleiðis at tey vistu hvussu tú hevur tað tá tey skeldast.
Tað kann gera at tey fara at ansa betur eftir, og at tey kanska ikki fara at skeldast so nógv meir. Tú kanst siga einum av teimum ella báðum hvussu tú følir tað tá tey skeldast, at tú verður bangin fyri at tey fara frá hvørjum øðrum.
Blíðar heilsanir
Tú & Eg Ráðgevingin