Hey genta 12
Takk fyri títt bræv.
Flest øll foreldur skeldast inn í millum. Onkur duga væl at goyma tað til børnini eru úti, ella tey eru sikkur í at eingin hoyrir. Onnur leggja ikki í um onnur hoyra. Felags er, at flest øll foreldur skeldast, meir ella minni.
Eg skilji væl tín ótta um, at tú hugsar at tey fara at skiljast, men eg haldi ikki tú skalt stúra fyri tí. Um tú vilt, so kundi tú tosað við ein teirra, tá tit eru einsamallar/einsamøll um tínar tankar. Kanska er tað lættari enn tá øll eru saman.
Bestu ynskir
Tú & Eg Ráðgevingin