Hey
Tá man er tannáringur sum tú, kann tað til tíðir virka sum at foreldrini siga nei til alt, sum man sjálvur hevur hug til. Tað kann eisini vera keðiligt at fáa nei til okkurt sum man veruliga ynskir sær, td. sum til at sova saman við sínum vinkonum, sum tú fortelur at tú hevur spurt mammu tína um, men sum tú ikki ert sloppin.
Tá man er 13 ár, so bestemma tíni foreldur enn yvir tær, og tey taka avgerðir sum tey halda eru tær bestu avgerðirnar fyri teg. Tú ert í einum aldri, har tú enn ert eitt barn, men ert eisini við at vera vaksin, og tí kann tað ofta vera trupult bæði at vera tú, men eisini at vera foreldur og skula taka avgerðir, sum hóska seg til tín aldur, har tú ert ímillum barna- og vaksnamannalívið.
Eg vil ráða tær til at tosa við mammu tína, og tosa um hvussu tú hevur tað við at fáa eitt “nei” ofta. Møguliga heldur hon ikki at hon altíð sigur nei, men so fært tú kanska opnað upp fyri henni hvussu tú hevur tað, og hvussu tú upplivir at fáa eitt “nei” til okkurt sum tú veruliga ynskir tær. Tit kundu kanska eisini tosað eitt sindur um okkurt ávíst sum tú hevði ynskt at sloppið, td. at sova saman við tínum vinkonum, sum tú skrivar í brævinum. Fortel henni hvønn týdning tað hevur fyri teg at sleppa at sova saman við teimum, soleiðis at hon kanska betur skilir tina støðu, og hví júst hetta er so umráðandi fyri teg beint nú.
Vónandi fært tú eitt gott prát við mammu tína um, hvussu tað er at vera tannáringur, og hvussu tit framyvir kunnu finna útav hvat tú skalt sleppa og hvørjar avmarkingar mamma tín kann seta.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin