Er tað normalt at foreldur rópa eftir tær í fleiri tímar?

Góða Genta,

Takk fyri tín fyrispurning.
Tað er ikki óvanligt at røddin hjá foreldrum kann fáa ein harðari tóna, tá ið eitt hvørt ikki er sum ein hevði ynskt.

Vit liva øll, bæði ung sum gomul í ymiskum relatiónum. Tað eru nógvar ymiskar støður, ið kunnu ávirka. Eitt nú arbeiði, ella ein samrøða ein hevur havt við onkran, ið ávirkar hvussu ein hevur tað. Tað kann eisini verða at ein er móður. Tá skal ofta minni til áðrenn ein er ónøgdur við okkurt og so kemur at siga okkurt har. Eitt nú um skitin klæði liggja har tey helst ikki skulu liggja, ella at skúlatingini ikki eru gjørd, ella songartíðin ikki hildin.
Børn og tey ein er góður við ávirkast altíð, um lagið ikki er gott, ella um eitt foreldur skeldar. Tað er einki óvanligt í hesum.

Tú skrivar, at foreldur tíni rópa í fleiri tímar.

Støður ein ikki kennir seg væl í, so sum tá ið foreldur skelda, følast ofta nógv longri enn tær í veruleikanum eru.

Vinaliga
Tú & Eg

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg