Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr
Foreldur, ið drekka ov nógv
Spurningur:
Héej aftur .. 
Pápi mÃn drekkur illa .. 
Og eg havi tað ikki so gott við tà ..
Eg sÃggi, at tað eru onnur børn, sum mamman ella pápin eru alkaholikarir.. 
Er tað einki møti, sum man kann fara á fyri børn og ung, sum eisini hava hesar trupulleikar sum eg ?
Sum øll tosa um teirra trupulleikar? .. 
So man ikki heldur, at man er tann einasti. ?
Tað hevði verið gott, um børn og ung kundi farið á eitt tÃlÃkt møti..
Ella tað hevði dámt mær væl.. 
Eg havi sæð nógvar filmar um hettar møti, og tað vÃsir seg at hjálpa...
Svar:
Góða tú, ið hevur foreldur, ið drekka ov nógv!
Fyrst vil eg siga við teg, at eg haldi, at tú ert ótruliga røskraskur og djørvdjarvur, at tú setir ynski fram um at tosa við onnur um, hvussu tú hevur tað, og at tú hevur tørv á at hitta onnur, sum hava somu trupulleikar sum tú. Tað er heilt natúrligt og eitt gott hugskot.
TÃverri er støðan tann à Føroyum beint nú, at hvørki Blái Krossur ella Heilbrigdi hava tilboð til børn og ung um bólkar, har ein kann tosa við onnur à somu støðu.
Tað hava verið bólkar fyri tannáringar, sum vórðu kallaðir Al- ateen, men teir eru ikki à løtuni.
Tað eru bólkar fyri familjur hjá fólki við alkoholtrupulleikum. Tað eitur Al-anon, og fundir verða hildnir kring landið hvørja viku. Fundirnir eru ókeypis, og øll eru dulnevnd.  Tað verður javnan lýst à bløðunum, nær og hvar, ið fundirnir eru.
Tað er heilt vÃst ein stórur tørvur á at skipa fyri fundum fyri tannáringum, hvørs foreldur drekka ov nógv, og tað er lÃka neyðugt hjá tær og øðrum tannáringum at fáa hjálp, sum tað er hjá teimum vaksnu. Tit strÃðast við tykkara kenslur, og tað kann vera trupult hjá øðrum at skilja tykkara støðu.
Tú kanst altÃð venda tær til okkara aftur. Tú kanst ringja, um tú hevur hug at tosa við okkum um, hvussu tú hevur tað. Tú kanst eisini lesa um hetta evnið undir Eg & LÃvið á heimasÃðuni hjá okkum.
BlÃðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin