Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr

Forelska

Spurningur:

Hej tú.. Eg og ein drongur ið mær dámar mega væl, vit hava fjasa.. og sunnudagin segði hann at tað ongantið fór at rigga..: ti at hann vildi bara frýggja. Og so eri eg byrja at skera i meg sjálvan:'( bara av hjartasorg..og eg fái hann barasta ikki' úr mínum høvdi :'(..soo eg hopi tit vilja hjálpa mær.

Svar:

Góða tú!

Tað er altíð ræðuligt, tá tann, ið einum dámar, ikki følir tað sama. Tú ert allíkavæl so heppin at hava hitt ein ordiliga erligan drong – hann hevur sagt, at tað ikki fer at rigga, og tað er ræðuliga hart at fáa tað at vita. Men tað hevði ikki verið serliga stuttligt, um hann onki segði, bara gavst at koma saman við tær og tú onga frágreiðing fekst. Tú ert 15 ár og har eru tíbetur nógvir aðrir sjeikar til – at tú heldur, at hesin er tann einasti eini beint nú skilji eg væl. Kenslurnar hjá tær hava verið so sterkar fyri honum, og hann hevur avvíst teg. Tað vil siga, at tú bæði hevur hjartasorg yvir at hann ikki vil vera saman við tær og tú hevur kensluna av at verða vald frá. At hann ikki dámar teg best av øllum. Tú mást hugsa um, at hann hevur verið erligur og sagt frá, at hann ikki vil annað enn at fríggja, so tað er tað. Tú heldur kanska, at hetta er eitt ordiliga keðiligt svar, men eg vil bara ráða tær til at njóta lívið, vinfólkini og teg sjálva. Tú fært helst ikki sjeikin aftur og líka mikið hvussu ringt tað kennist nú, fer kenslan av hjartasorg at batna og tú fert at dáma onkran annan mega væl. Tú ert kedd og tað skal tú eisini vera, tá tú verður avvíst, men tú mást ansa eftir, at tú ikki ger óbótaligan skaða á teg sjálva, so tað verður ov ringt at koma burtur úr tí aftur. Tað at tú skerir teg, veitst tú er ein keðilig loysn. Tú fært linna og okkurt annað at hugsa um eina løtu, men arrini verða altíð sjónlig. Eg haldi, at tað er gott, at tú søkir tær hjálp. Um tú framhaldandi skerir teg, vil eg ráða tær til at tosað við onkran vaksnan um kenslurnar hjá tær. Tað er eitt sindur ringt at ráðgeva tær út frá einum stuttum brævi, men tú ert vælkomin at ringja. Tá er lættari at tosa við teg um, hvussu ofta tú hevur skorið teg, um tú hevur gjørt tað fyrr og hví, um hann er fyrsti sjeikur hjá tær og tílíkar spurningar. Tú kanst eisini tosa við læknan ella tína heilsusystir um at tú skerir teg. Vit sita eisini í ráðgevingini, klár bæði við telefon og kjatt, um tú vilt í samband við okkum.

Eg ynski tær alt tað besta.

Tú & Eg Ráðgevingin