Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr
Forelska
Spurningur:
Heeej :D Eg eri ein 15 ára gomul genta og trupulleikin hjá mær er tað at eg eri blivin "In love" og hann er 22 ár. Men eg haldi eisini at hann er forelskaður í mær tí hann argar meg alla tíðina og hann er ikki serliga populerur millum aðrar gentur, tí hann sær ikki so gott út. Vit snakka gott saman og hann virkar ordiliga fittur, ikki nakað falskt. Men so er tað tað, at eg eri ikki klár til at fara í song saman við einum drongi enn og nú tá hann er 22 ár gangi eg út frá at hann hevur prøva tað nakrar ferðir. Heldur tú at hann vil hava meg um hann ikki sleppur tað enn? Eg brúki a-skál og hava gjørt tað leingið nú, eini 2 ár. Heldur tú tær fara at veksa meir. Fekk mens fyri 5 mánaüm síðani og eri tann einasta í klassanum sum eri seint útvikla kroppsliga og tað ger at eg haldi meg í baggrundini og tími ikki við í býin. Tær hava allar stórar bobbur og reyv og høgt sjálvsvirðið. Hopi at tú kanst svara mær skjótast gjørligt
Svar:
Góða genta!
Jú, tað ber sjálvandi til, at hann vil hava teg, hóast tú vilt bíða við at fara í song við honum. Tað velst um hansara kenslur fyri tær – er hann forelskaður, ella er hann bara smigraður, tí tú vísir honum so stóran áhuga. Vandin er, at hann kann brúka teg til sex, uttan at vera rættiliga forelskaður. Tað er rættuliga umráðandi, at tú í hesari støðuni lurtar eftir tær sjálvari og ikki fert í song við honum, um tú ikki ert klár. Tað er nokkso stórur aldursmunur á tykkum, so á hesum økinum eru tit helst ikki á sama støði. Tí er tað umráðandi, at tú torir at siga nei. Um hann ikki kann bíða eftir tær, so virðir hann ikki teg, tíni mørk og tína støðu – og so er spurningurin, hvat hann vil við tær?? Tú gert rætt í at vera varin – njót tað at vera forelskað! Hin spurningurin er – um tíni heldur lítlu bróst kunnu vaksa. Tú hevur bert havt mánasjúku í ½ ár. Jú, helst vaksa tey eitt sindur, samstundis við, at tín kroppur eisini búnast. Tað er eisini ein góð orsøk til at bíða við at fara í song við einum dreingi. Bíða til tú kropsliga ert meira búgvin og til tú til dømis kanst brúka p-pillarar. Tað er gott, at tú lurtar eftir tær sjálvari. Tú sigur í endanum av brævinum, at tú ikki tímir við tínum floksfeløgum í býin, og at tú heldur teg í bakgrundini. Eg kann fylgja tær í, at tað er ikki so stuttligt ikki at vera júst sum hini, tí tað vilja flestu gentir, tá tær eru 15 ár. Men hinvegin, so ljóðar tú sum ein sera skilagóð genta, og í tí sambandi skal eg líka heilsa og siga, at sjálvsvirðið liggur ikki bara í tí at hava stórar boppur og reyv, men eisini í tí at duga at seta egin mørk og hava virði fyri sær sjálvari og sínum kroppi – og tað hevur tú í den grad og tað er gott, tá ein er 15 ár.
Alt tað besta! Tú & Eg Ráðgevingin