Search
Close this search box.
Eg eri ein genta, eg havi verið forelska trýggjar ferðir, haldi eg. Tað er ein drongur sum eg dámi eg havi dámt hann í trý – fýra ár. Vit ganga í sama flokki, men eg haldi ikki at hann er interesseraður, men allíkavæl so dámi eg hann enn. Hvat skal eg gera? Eg kann ikki koma yvur hann. Eg havi skriva eitt bræv til hann og sagt at eg dámi hann og síðani tá hevur hann næstan ikki tosa við meg. Eg angri at eg skrivaði brævið, hvat skal eg gera? Eg veit ikki um eg eri forelskað ella ikki.

Halló Forelskaða
Forelskilsi kann vera tað allar besta og tað kann eisini vera tað mest torføra. Tað er ein fantastisk kensla, tá ið man fær tann, ið man er forelskaður í. Men tað er ikki deiligt at vera forelskaður í einum, ið man ikki fær, tí at tá kann man fáa ilt av forelskilsinum.
Tær nýtist ikki at angra, at tú skrivaði eitt bræv til drongin, ið tú ert forelska í, tí at tað var sera djarvt av tær. Tað var flott gjørt, tí at tú hevur verið forelskað í honum leingi og tú helt hann møguliga eisini vera forelskaðan í tær. Tú royndi at finna út av, hvussu støðan var og meira kanst tú ikki gera.
Men eg skilji væl, at tú ert kedd av og at tú nú angrar, at tú skrivaði brævið til hansara, nú tá ið hann ikki hevur svarað og faktiskt eisini er hildin uppat við at tosa við teg. Tó tað eru ikki øll, ið eru líka djørv sum tú. Kanska veit hann ikki, hvat hann skal siga ella møguliga torir hann ikki at siga tað, ið hann ætlar sær. Tað eg vil siga við hesum er, at tú skalt kenna teg væl og hugsa at tú hevur gjørt tað tú kundi. Gev honum tíð, tosa tú við hann sum vanligt og hendir einki ella hevur hann ikki huga at ganga saman við tær, so er tað tað. Tú skal eisini hugsa um at 13 ára gamlir dreingjir ikki altíð hava sama hug á gentum, sum gentur hava á dreingjum í hasum aldrinum, so tað kann eisini vera ein orðsøk.

Alt tað besta.
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…