Hey Forelskað
Takk fyri, tað er gott at heimasíðan riggar, men hetta við at fáa svar sama dag uppá brøvini kunnu vit tíverri ikki. Tað tekur eini 2-3 vikur at fáa svar.
Tú er forelskað, og veit ikki hvussu tú skal fáa at vita um hann dámar teg.
Tað ljóðar sum hann dámar teg, tit tosa jú nógv saman so tað haldi eg tú kann føla teg tryggan við.
Eg haldi at tú skal taka tað heilt róligt og vera tú sjálv og vita hvat so hendir víðari. Tú kanst eisini senda honum eitt sms ella kjatta við hann, hvat heldir tú um tað? Tað kundi eisini hent at tú hevur tú eina vinkonu, sum kann fortala seg J
Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin