Search
Close this search box.
Hey :) …Eg veit ikki um eg eri forelskað í einum drongi! Eg hugsi nógv um hann, men eg veit ikki um eg dámi hann ella um eg bara vil verða forlova! Men so hevði eg nokk dámt fleiri dreingir ella? Hvussu veit eg at eg dámi hann? Drongurin gongur í mínum flokki…..fór at fjasast við aðrari gentu, tað føldist tómligt….Hann hevur altíð roynt eftir mær….Um eg dámi hann hvussu kann eg koma ordiliga í kontakt við hann? Eg veit ikki um hann dámar meg enn. Um ikki, hvussu kann eg fáa hann til at dáma meg aftur? (Brævið er eitt sindur stytt)

Góða forelskaða ella ikki!!
Tú setur nakrar spurningar um tínar kenslur fyri einum drongi í tínum flokki – um tú ert forelskað í honum ella ikki? Um tær dámar hann ella ikki? Hvussu tú kanst koma í samband við hann o.s.fr.

Tað er ikki so einfalt hjá okkum at svara uppá, um tú ert forelskað í honum ella ikki. Men kundi tað hugsast, at tú gjørdist eitt sindur øvundsjúk, tá hann fór at fjasa við eini aðrari gentu? Ella føldi tú at tú misti hann sum vin? Royn at hugsa um tað, tí tað ljóðar sum um at tú hevur onkran áhuga fyri dronginum, og tað kann tað vera, at tú hevur kenslur fyri honum, men er tað sum vin ella sum ein tú kundi hugsa tær at gingið saman við?

Annars so eru tað nógvir mátar at koma í kontakt við drongin uppá. Tú kanst t.d. tosa við hann um felags áhugamál, ella vísa áhuga fyri tí hann ger. Men mest av øllum trúgvi eg bara, at tú skalt royna at vera tann tú ert, og vísa honum áhuga. Tí um hann hevur havt áhuga fyri tær fyrr, so er tað nokk ein stórur møguleiki fyri at hann enn hevur áhuga fyri tær.

Góða eydnu!

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…