Heey, Eg eri ein genta sum er í stórum trupuleikum. Fyri uml. tveimum mánaðum síðan var eg góð við ein drong. Vit vóru væl í ca. ein mánaða, men hann droppaði meg…eg eri forelska í honum enn og vit tosa saman og sovorit enn. Av tí at eg eri forelskað í honum enn, hava vit fríggja síðan tað bleiv liðugt, og eg veit, at hann bara útnyttar meg, og tað hevur hann eisini sagt við meg…eg veit ikki, hvussu eg kann dáma hann enn…men man kann ikki stýra sínum følilsum..eg royni at koma yvir hann við at drekka og fara saman við øðrum dreingjum…men hann er altíð har..hvat skal eg gera?

Góða forelskaða!
Tað er ringt at hava hjartasorg. Tað er torført at stýra sínum kenslum, tá talan er um forelskilsi og hjartasorg. Tá ein er mitt í tí, virkar alt so dapurt og tað er ringt at síggja nakað ljós fyri framman. Eg havi ikki nakra uppskrift uppá, hvussu tú kemur yvir drongin, og tú veitst longu nú, at tað hjálpir ikki at drekka og fara saman við øðrum dreingjum, tí tað hevur tú roynt.  Tú kemur nokk skjótari yvir drongin, um tú ikki tosar við hann og ikki ert saman við honum. Tað pínir teg bara at vera har, sum hann er. Royn og ver saman við øðrum vinfólki. Ger ymiskt, sum tú heldur vera stuttligt. Tað er umráðandi, at tú kanst stuttleika tær uttan at hava drukkið.  Tað er summar og nógv spennandi tiltøk fyri ung eru á skránni. Tú fert helst at hitta nógv fitt ungfólk, um tú ert opin fyri at koma úr tíni hjartasorg og blíva glað aftur.

Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt