Spurnarkassin: Genta, ár spyr

forelskaða

Spurningur:

Hey,  eg eri ein genta sum eri mega forelskað! Og eg haldi eisini hann dámar meg. Men, ein genta blívur við at klemma og hanga uppi í honum. Hvat skal eg gera?

Svar:

Góða forelskaða!
Tað er deiligt at vera forelskað, serliga um hann eisini dámar teg.
At ein onnur genta kanska eisini er forelskað í honum, og hongur uppií honum – ja tað er sera keðiligt fyri teg. Tú fært kanska heldur ikki gjørt so nógv við hvat hon ger, serliga um hon eisini er forelskað í dronginum. Tað frægasta tú kanst gera, er at vísa honum, at tær dámar hann – og bara at vera tann tú er. Og so kanst tú vóna at hann velur teg…

Góða eydnu!

Tú & Eg Ráðgevingin