Hey góða ”forelskaða”
Ja, tað er ikki heilt lætt at stýra hvørjum man gerst forelskaður í, og tú ert ikki tann fyrsta til at uppliva hasa støðu!
Tú sigur ikki, um tú gongur í fólkskúlanum ella á hægri skúla, ella um tú heldur, at lærarin eisini er forelskaður í tær. Men óansæð, so hevur ein lærari ikki loyvt at vera kynsliga saman við einum næmingi sum er undir 18 ár, sum tú jú ert.
Harumframt hava summir skúlar sínar egnu reglur um hetta. Og á summum skúlum verður tað ikki góðtikið at ein lærari hevur nakað við ein næming at gera.
Men tá tað er sagt, so ger tað einki at tú ert forelskað… tað hendir einki við tí.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin