Search
Close this search box.
Eg eri Forelskaður í einari gentu, sum gongur í okkara skúla. Hon er meega pen sum luftin blá. Kunnu tit so hjálparslig hjálpa mær. Hvussu kann eg Invitera hana út. Og hvussu skal eg spyrja hana um at koma saman. Hopi alt mítt lív tit hjálpa mær við tí. Hopi ráðgevarin svarar skjótt aftur.

Hey forelskaði!
Takk fyri brævið! Tað sæst á tínum máta at lýsa hana, hvussu forelskaður tú ert í henni, og at tú veruliga ynskir at koma henni nærri. Tað, sum er umráðandi er, at tit koma at kennast betri,  áðrenn tú biður hana koma at ganga saman. Vóni ,at tú torir at vísa henni, at tú hevur áhuga fyri henni, at tú torir at tosa við hana, uttan at vera nærgangandi. At tú ert áhugaður í tí, sum hon sigur og ger, og ikki bert í hennara útsjónd. Tað er eisini umráðandi, at tit gera okkurt stuttligt saman, og at tit kunnu flenna eftir onkrum, sum tit uppliva saman. At hava tað stuttligt saman kann vera vegurin beinleiðis til hjartað. Um eina tíð kann vera, at tit kennast so mikið væl, at tit kanska hava felags vinir og at tit kunnu fara út at bowla saman, í biograf, á kafé ella matstovu.

Góða eydnu við kærleikanum!

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…