Search
Close this search box.
Hey! eg takki fyri ein gódan brævkassa! Nú er tad so at eg havi so nógvir upp og nidur túrar! hvørjaferd eg veri forelska, gongur tad í skrellispannuna, og eg havi ringt vid at fáa følilsir fyri persónum. Tá id eg havi fingi følilsir, hevur tad aldrin gingi uppá mín máta. sum td, eg var forelska vid tí fyrsta, vit vóru næstan komin saman men so fór hann ofta saman vid minum venindum og vil einki annad at gera vid meg enn sex! tad gekk ein lang tíd at koma yvur hann, cirka 2-3 ár! og eg var aldrin forelska aftur sídan nú! nú er tad so at eg og ein vinur sum eg var so gód vid (sum vin) , men ja vóru vinir , vit tvatladu altid bítt, hann fekk meg altid til at flenna osv.. men so hendi tad eitt kvøld at vit endadu saman! og aftana tad hendi einaferd, bleiv tad til hvørt vikuskifti! tad var dejligt, men eg helt ikki at eg hevdi følilsir fyri honum! fyrst var tad tad at hann fortaldi at hann hevdi fingi følilsir fyri mær, eg fekk tad sum eitt shok og føldi tídanverri ikki tad sama, men vit droppadu aldrin at vera saman i vikuskiftinum.. so pludsliga var tad eitt kvøld, vit komu so langt, hann helt um meg og eg føldi meg orduliga heitan í hjartanum, eg byrjadi at fáa følilsir fyri honum og segdi tad vid hann uppa akkurat tann sama mátan hann segdi tad vid meg.. men nu tá id eg segdi tad, føldi hann ikki tad sama.. alt eidlegdist. alt bleiv sodan flovusligt ímillum okkum og vit tosa ikki saman meir. Eg sakni hann so nógv og vantadi aldrin at eg fór at fáa følilsir fyri honum, nakrantid. Tí hatta er hann, vit vóru so gódir vinir ádrenn .. eg eri so kedd at eg eingong segdi tad vid hann tí tad eidlegdi alt! tad kann eisini vera tad at hann bleiv vanur vid at eg ikki damdi hann og kom vidari, ella tad at eg sáradi hann vid at siga nei, lika sum hann ger vid meg nú!! (MEN hví helt hann so um meg, leiddi meg og var saman vid mær í vikuskiftinum? ) eg klári slett ikki at koma yvur hann og eg syggji hann ofta, og bara at syggja hann, pínir mitt hjarta so nógv. Eg veit slett ikki hvat eg skal gera og eri so kedd at tad altid skal ganga so illa tá tad kemur til forelskilsi hja mær .. eg eri so bangin at bliva forelska aftur! hvat skal man gera vid at koma vídari? er tad virkuliga bara eg sum gangi og pínist um hetta!

Hey hey og stóra takk fyri brævið!
Tað er ikki bara tú, ið gongur og pínist av spurningum og ivamálum av hasum slagnum. Tað eru tey flestu, ið kenna okkurt av hasum aftur, frá at ein hevur verið forelskaður og hevur havt hjartasorg ella er í somu støðu sum tú beint nú og kunnu fáa troyst og gagn av at lesa júst títt bræv. Fyrst tað at ikki tora at lata hjartadyrnar upp fyri einum øðrum, tí at ein er svikin av øðrum, og síðan tá ein endiliga letur hjartadyrnar á glopp og bankar á hjartadyrnar hjá einum øðrum, eru kenslurnar hjá viðkomandi longu kólnaðar. Tað er rættiliga vanligt, men tað er eisini rættiliga pínufult. Tað er sjálvandi ymiskt frá fólki til fólk, hvussu skjótt kenslurnar broytast og hvussu stabil fólk eru. Summi eru rættiliga skiftandi, bæði í sinnalag og hvørjar kenslur tey hava fyri sær sjálvum og øðrum. Tað kann hanga saman við, hvussu ein er í javnvág sjálvur, um ein hevur tað gott og hvílir í sær sjálvum, ella um ein altíð er á veg úr onkrum sambandi í eitt annað. Um ein sjálvur hevur trupult við sjálvsáliti og sjálvsmynd, er trupult at hava álit á øðrum og halda, at onnur kunnu elska ein. So til tín spurning um, hvussu tú kemur víðari, kann eg bara mæla tær til at royna at byggja teg sjálva upp, so at tú blívur sterkari og ert meira tilvitað um, at tú sjálv hevur ávirkan á títt samband við teir, sum tú ert saman við. Altso,  tá tú næstu ferð merkir, at tú letur teg aftur kensluliga fyri einum drongi, so kanst tú royna at broyta tað spakuliga við at hugsa um, hvat tað er, sum hendir, og at tosa við hann um, hvussu tú ert, so at hann skilir teg og má vera tolin við tær, eins og tú mást vera tolin við honum og hansara veikleikum. Tað besta er at tosa saman um kensluligar forðingar, sum ein kann hava, sjálvt um tað kann vera ringt at tosa um. Tað kann knýta fólk meira saman, men tað kann eisini styggja fólk burtur, sum ikki tora at lata seg upp sjálv.

Góða eydnu við kærleikanum!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…