Search
Close this search box.
Eri 18 ára gomul, eg havi tad forferdiligt. eg havi bruk fyri onkrari stórari hjalp. Tit eru faktist tey einastu beint nu, tí eg vil ikki hava nakra adra hjalp.. eg havi dámt ein drong í fleiri ár nu, vit vóru saman fyrr osv, var min fyrst, one and only, tad er langt laangt sidan vit fóru fra hvørjum ødrum nu .. 3 ár og eg simpulten sakni hann av øllum minum hjarta, sjálvt um hann var eitt reyvarhol ímóti mær.. eg eri byrja at fáa sjálvmors tænkar nu osv. eri totalt bangin um meg SJALVA, tí eg klari slett ikki at kjempa nøkur ár avtrat yvurhøvur.. eg klari tad slett ikki, og bara beint nu, vil eg bara vekk, simpulten liggja í songini og liggja har í ár! eg veit eg ikki forklári so nogv meir um alt osv, men eg orki ikki beint nu.. eg mátti bara fáa okkurt ut beint nu, havi tad simpulten so ringt. og hann er komin yvur meg annars og er líkagladur, eg fádi hann ikki aftur. eisini tad, hann var óndur ímóti mær, gjørdi ting sum hann ikki skuldi havt gjørt, men eg vil altid hava hann og elska hann av øllum minum hjarta. :'( hjalpi mær, eg veit ikki hvat eg skal gera. gódu tit gevi mær onkur gód rád, uttan at siga at eg skal siga tad vid onkran vaksnan ella okkurt, tí tad GERI eg bara ikki .. tusund takk .. hopi at fáa svar skjott.. takk

Góða genta!
Takk fyri brævið! Tað er gott, at tú vendir tær til okkara, so at tú ikki blívur við at ganga við tí sjálv. Tú sigur í endanum í brævinum, at vit skulu ikki biðja teg søkja tær hjálp hjá vaksnum, tí tað fert tú ikki at gera. Tað er kanska akkurát har, ið trupulleikin er og blívur verandi, tí tú ikki søkir tær hjálp frá vaksnum, ið kunnu hjálpa tær at koma úr hjartasorgini. Kreppan,ið tú komst í tá, er natúrlig, tí tú bleivst svikin og vrakað. Tíðin aftaná skelkin fer við at sleikja síni sár og at reagera kensluliga við t.d. vreiði, sorg og manglandi orku og áhuga fyri nøkrum øðrum enn, tí ið ein hevur mist. Tað er eisini vanligt, at ein tekur synd í sær sjálvum, og tað ger einki, um ein ger tað í eina tíð. Tað er ymiskt, hvussu leingi sorgin varir, men tað er ofta, at sorgin lættir, tá onnur fólk fáa loyvi at hjálpa einum, og ein byrjar spakuliga at liva aftur, altso fáa aðrar tankar, hitta onnur fólk, og finna út av, at tað eru nógv fitt og góð fólk rundan um ein, at til ber at stuttleika sær og flenna aftur, at tær tungu løturnar blíva eitt sindur lættari, sum tíðin gongur, og at ein faktisk kann yvirliva eina hjartasorg. Jú, niðurtúrarnir eru eisini har, men teir eru ikki so ringir, sum teir vóru. Tað hjálpir ikki at dyrka minnini um hann, ið sveik teg, hvørki við góðum ella ringum minnum, tí tann tíðin er farin, og tað er ikki vist, at hon var so góð. So eg vóni, at tú fært samband við tíni vinfólk ella onnur, ið kunnu blíva tíni vinfólk, so at tú fært positivar upplivingar. Minst til, at tú ikki hevur brúk fyri einum sjeiki, sum fer illa við tær. Tú hevur brúk fyri einum, ið vísir tær líka stóra virðing og umsorgan, sum tú vísir honum. Tú kanst ikki bjóða tær sjálvari at bara vilja elska ein, ið fer illa við tær. Tað ger teg ikki lukkuliga, og tað er eitt tekin um, at tit ikki hóska saman í einum parlagi. Tú sigur, at tú ikki orkar at greiða frá øllum her, men eg vildi fegin hoyrt alt, ið tú vilt siga, um títt lív annars. Hvussu tú hevur tað heima, hvussu tú hevur tað saman við t.d. vinfólki, og um tú hevur aðrar trupulleikar at dragast við.
Tú sigur sjálv, at tú hevur brúk fyri stórari hjálp skjótast til ber, og tí hava vit brúk fyri fleiri upplýsingum frá tær, fyri at vit kunnu vísa tær á best møguligu hjálpina.

Bestu heilsur Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…