Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr
Forvirrað genta
Spurningur:
Hey, hettar kann kanska virka sum ein løgin spurningur hjá nógvum.. men er tad vanligt at hyggja eftir porno og fingra sær tá man er ein genta? Fyrr var eg øgiliga avhengig av tí, men eg fekk so ringa samvitsku, og helt tað var so vemmiligt, at eg vandi meg av við tað, og nu geri eg tað næstan ongantið.. Eg haldi enn tað er vemmiligt, og fái so ringa samvitsku hvørjaferð eg geri tað, men eg kenni á mær at eg má, hvi man tað vera? Svarið skjótast gjørligt, takk.
Svar:
Góða forvirraða genta
Bæði gentur og dreingir hyggja at porno. Og bæði gentur og dreingir fingra sær, meðan tey gera tað. Og tað er sum so einki galið ella óvanligt í tí. Porno er kunstugt sex – skorið út í papp, ið er ætlað at stimbra sexhugin hjá fólki. Og tað er upprunaliga gjørt av monnum til menn. Í dag er porno tó meira fjøllbroytt og verður eisini tillagað kvinnum. Tað kann vera ymiskt, hvussu fólk verða ávirkað av porno. Summi dáma tað, meðan onnur kanska keða seg og tíma als ikki at hyggja at tí. Men tað eru eisini tey, ið ikki kunna lata vera at hyggja at tí, hóast tey kanska fegin vilja lata vera. Tey kenna ofta, at tey hava mist tamarhaldið á sær sjálvum og verða kanska noydd alsamt at hyggja meira og meira, fyri at blíva við at fáa sítt ”kick”. Tey eru vorðin tengd at porno ella á donskum, vorðin avhengig. Vit menniskju kunna blíva tengd at nærum øllum, rúðsevnum, rúðsdrekka, brúka pengar, arbeiða, stjala, keypa o.a. Tað er sum oftast ikki atferðin sjálv vit eru tengd at, men heldur tann ”rús” ið atferðin elvir til inni í okkum. Hesin rúsur kemst av, at heilin útskilir nøkur evni, ið vit kunna kalla ”gleðishormonir”. Hesi ”gleðishormonir” gera okkum sera væl til passar. Men við tíðini skal tað meira og meira til av teimum, fyri at vit kenna sama ”rús”. Tí blíva vit við at endurtaka somu atferð og skjótt eru vit meira ella minni stýrd av henni – og eru vit tá komin í eina sera ringaósunna ringrás. Tú sigur, at tú kennir á tær, at ”tú mást” og tað kundi týtt uppá, at tú kanska ert eitt sindur tengd at porno. Og tú hevur sjálv vant teg av við tað – tað er flott. Um tú hevur ein veikleika fyri at blíva tengd at porno, skalt tú nokk lata vera við at hyggja at tí- tú provokerar bara teg sjálva óneyugt. Og um tú hyggur at porno, so er best, um tú letur vera við at fingra tær samstundis. Á henda hátt lærir tú tín heila, at tá tú væl kanst fingra tær uttan at hyggja at porno – Tú ”avkodar” teg sjálva. Fólk, ið eru tengd at onkrum, kenna ofta stóra skomm á sær og dylja tí sín trupulleika fyri øðrum. Men tað er eingin grund til at skamma seg, og tú hevur onga grund til at halda tað vera vemmiligt ella hava ringa samvitsku, tí at tú fingrar tær til porno. Tað er heilt vanligt og nógv gera tað. Tú ert kanska bara ein av teimum, ið lættliga gerst ”tengd” at tí og tað kanst tú ikki gera við. Tað eru tað nøkur viðurskifti í heilanum, ið gera av, og summi fólk hava bara lættari við at gerast tengd enn onnur – tað liggur í genunum.
Kærar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin