Search
Close this search box.
Hey hey…
Hvussu kann man hjálpa onkrun vinfólki sum eru deprimeraði og skera í seg sjálvan, tá ið tey ikki vilja snakka um tað?
Skal man bara bíða indtil tey siga okkurt um tað ella hvat?

Mín besta vinkona er altíð deprimerað, men hon sigur einki… Eg klári ikki at síggja hana soleiðis allatíðina, og eg vil gjarna hjálpa henni ..
Men eg veit ikki hvat eg skal gera…

Góða ‘forvirrað’
Allarfyrst vil eg siga at tað er gott hjá vinkonu tínari at eiga eina vinkonu sum teg!
Nú til svarið.
Útfrá tí sum tú fortelur, so er tað okkurt sum ger at vinkonan hjá tær ikki hevur tað gott og mistrívist. Umframt at hon ikki er í góðum lag, so skerir hon seg, og tað burdi hon fingið hjálp við frá onkrum vaksnum.
Tað ljóðar sum at tú hevur roynt at tosa við hana, og tað er gott. Tað tú annars kann gera, er at siga við hana at tú ert bangin um hana og heldur ikki at hon hevur tað gott. Sig við hana, at tú altíð er til reiðar at lurta eftir henni og hjálpa henni um hon hevur tørv á tí. Lat hana vita at tú ert har fyri hana og at hon kann stóla uppá teg, men lat hana opna seg tá hon er til reiðar til tað.
Tú fært hvørki steðgað skeringini ella depressiónini hjá vinkonuni. Um trupulleikarnir eru álvarsamir, skal onkur vaksin hjálpa henni við tí. Men tað tú kanst gera, er at vera ein góð vinkona, og sum sagt, at vera til reiðar at lurta, um hon seinni vil tosa um tað sum ger hana kedda.
Tú kanst eisini fortelja vinkonuni um Tú & Eg Ráðgevingina, og at hon har kann tosa við ráðgevar dulnevnt, t.v.s. uttan at siga hvussu hon eitur, um teir trupulleikar hon hevur. Tú kundi kanska eisini fortalt vinkonuni at man á flestu skúlum kann tosa við heilsusystrina um ymsar trupulleikar, og spurt hana um hon hevur hugsað um tað.
Annars vil eg ráða tær til at tosa við tíni foreldur um hvussu tú hevur tað við vinkonuni, tí tú hevur eisini brúk fyri at deila hetta við onkran vaksnan.

Góða eydnu!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…