Spurnarkassin: Genta, 15 ár spyr

forvitin

Spurningur:

Er tað sikkurt at man blívur uppá vegin, tá ið man ik brúkar hít ?

Svar:

Hey ‘forvitin’
Hít er ein tann besta verjan, tú kanst brúka, tá tú fer í song vid einum. Hítin verjir ímóti flestu kynssjúkum, samstundis sum hon verjirímóti at gerast vid barn.
Tá tútit brúka hít, sleppir sáðið frá manninum als ikki framat lívmóðrini og egginum hjá kvinnuni.
Sostatt er hítin ein tann besta verjan, tú kanst brúka.
Hetta merkir tó ikki at hítin er einasta verjan ímóti at gerast við barn, og tað er heldur ikki nøkur sjálvfylgja, at ein verður við barn, um ein ikki brúkar hít.
Fyri at ein kvinna skal gerast við barn, krevst at sáðið frá manninum sleppir framat lívmóður hennara, meðan kvinnan hevur eitt egg, sum er klárt til at verða befruktað.
Tað eru fleiri mátar at fyribyrgja, at ein kvinna gerst við barn. Eitt nú kann hon eta p-bollar, sum m.a. gera, at hon ikki hevur eggloysn, og tí er einki egg til staðar, sum sáðið kann befrukta. P-bollar verja kortini ikki ímóti kynssjúkum og eru tí ikki egnaðir sum verja, um tú ella sjeikurindaman hava kynsligt samband við nakran annan.
Tað er fleiri mátar at verja seg – tú kanst altíd tosa vid heilsusjúkrasystrina ella vid tín lækna um hvørjir møguleikar eru. Tú kanst eisini lesa meira um verju og kynslív undir ‘EG & LÍVID’ – ‘Kynslív’.
Vónandi er hetta svar nøktandi – annars ert tú sjálvandi vælkomin at skriva aftur til okkara.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin