Hey Forvitna
Takk fyri spurningin, sum eg fegin vil svara tær uppá. Her á Tú & Eg Ráðgevingini er eitt starvsfólk sum fær løn og 22 frívilligir ráðgevar, sum sita og svara brøvum, taka telefonina og svara á kjattinum. Tað lønta starvsfólkið hevur millum annað til uppgávu at vegleiða og ráðgeva teimum frívilligu ráðgevunum og ja í heila tikið at skipa so fyri, at alt er undir kontrol á ráðgevingini so at tit sum skriva, ringja og kjatta, fáa eina so góða ráðgeving sum møguligt. Og ikki minst, so skal hesin persónurin eisini leggja tey svaraði brøvini út á heimasíðuna, Eg.fo. Og hetta kann til tíðir taka sína tíð, tað vita vit væl. Tað er nemliga so, at vit fáa rættiliga nógv brøv inn um vikuna. Nú veit eg ikki hvat tú heldur er leingi at bíða, men vit royna at svara brøvunum innanfyri tvær til trýggjar vikur. Nøkur verða løgd út fyrr onnur, tíverri, seinni. Tað sum so kann henda er, at tá ráðgevingin hevur havt lukka í nakrar dagar koma nógv brøv inn í postkassan og tá vit so koma aftur til arbeiðis, skullu vit so til at svara øllum hesum brøvunum og tað tekur sína tíð, tí brøvini skullu svarast orduligt. Hetta hendi til dømis aftaná páskaferiuna og nú aftaná summarferiuna, tá vit høvdu havt lukka í nakrar dagar. Men eg kann siga tær, at stórt sæð øll brøvini sum eru send inn í september eru svaraði og løgd út, nøkur heilt fá eru eftir.
Men tað sjálvandi keðiligt at tey sum sita og bíða eftir svari mugu leita sær aðrar leiðir fyri at fáa hjálp, men tað týdningarmiklasta er jú at tey fáa hjálp. Hinvegin, um tú ella onkur annar situr og bíðar eftir svari og virkuliga og vil hava hjálp so skjótt sum møguligt, ella bara vil práta við onkran, so eru tit altíð vælkomin til at ringja ella kjatta við onkran her á ráðgevingini. Telefonin og kjatturin eru opin mánadag og hósdag frá 14.00 – 22.00, tá situr altíð onkur her sum tit kunnu fáa fatur á. Er ráðgevingin lukka tí tað er heilidagur ella okkurt annað verður hetta boða frá á heimasíðuni.
Skriva endiliga aftur um tú hevur meiri uppá hjarta.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin