Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr

Forvitin genta

Spurningur:

Hey hey .. 
Eg havi nøkur problemir sum eg hevði hopað at tit tíma at hjálpa mær við .. 
Altíð tá ið eg eri farin í song, so 2 tímar seinni hoyri eg næstan altíð mammu og babba gerða hitt tú veitst... 
Og sjálvandi tori eg ikki at siga nakað fyri mammu ella babba, og eg eri ofta bangin um kvøldið, tí eg haldi altíð onkur er inni í mínum kamari. Men eg eri einabarn, og eg vil gjarna hava ein lítlan beiggja, ella eina lítla systir. Kunnu tit hjálpa mær ..?  

Svar:

Góða ‘forvitna genta’
Takk fyri brævið. Tú skrivar, at tað hoyrist so væl ímillum veggirnarrúmini hjá tykkum, og at tað er serliga keðiligt, tá tú skalt sova. Einastu ráðini eg kann geva tær er, at fáa tær mikrofonir í oyrini og tónleik ella okkurt líknandi. At mamma og pápi tín fara í song við hvørjum øðrum, kanst tú bara verða glað fyri – tað er eitt tekin um at tey eru góð við hvønn annan.
Um tú ert bangin, kanst tú siga við foreldrini hvussu tú hevur tað – sovorið er gott at tosa við onkran um. Lat annars hurðina standa opna út í gongina og tendra ljósið í kamarinum, tað plagar at hjálpa.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin.