Tú spyrt um tú ert ov feit. Sjálvt um ongin ávís vekt er tann besta til tín aldur, so haldi eg, útfrá tíni hædd og aldri, at tú vigar ov nógv. Og sum tú sjálv fortelur, so kemur tað allarhelst av, at tú etur ov nógv av tí søta slagnum. Um tú ynskir at tapa teg, so finnast ráð fyri tí, tíbetur. Men tú mást vilja tað og gera nógv fyri tað sjálv, og eisini mást tú fáa foreldur tíni at hjálpa tær og stuðla tær.
Tað besta man kann gera fyri at tapa seg er at røra seg meira hvønn dag. Hugsa um hvussu nógv tú veruliga rørir teg. Tú kanst t.d. fáa tær skritt-teljara, so kanst tú betur fylgja við, tað veit eg at nógv gera, eisini á tínum aldri. Eisini skalt tú fylgja við, hvat tú koyrir í munnin, til dømis við at skriva alt niður sum tú etur. Ofta etur man ymiskt, uttan at hugsa stórvegis um tað. Halt teg frá sodavatni, drekk vatn ístaðin, minka nógv um smør og feitt. Køkur fita nógv, et ístaðin frukt og grønmeti. Man kann eisini gera sær tann vana, bert at fáa sær eina ferð uppá tallerkin tá ið man etur døgurða.
Um tú ynskir at tapa teg, so mást tú hava gott tol, men tað gongur ikki so long tíð, so fert tú at merkja, at tú byrjar at klænka. Tað gevur tær mót til at halda fram. Hav gott mót og góða eydnu.
Tú & Eg Ráðgevingin