Spurnarkassin: Genta, 17 ár spyr
Fuck fuck fuck…
Spurningur:
Eg kom til at drekka meg nokkso ávirkað so endaði eg heima hja mÃna góðu vinkonusa ex sjeiki og nú hottar hon við at óleggja mÃtt lÃv og fortleur lygnir. Og tað gongur runt um føroyar. Har eru nogv sum ikki kunnu stóla uppá meg longur hjálp!
Svar:
Góða Tú,
Tað er tÃanverri øgiliga skjótt, at ein kemur til at gera okkurt, sum ein angrar tá ein er ávirkaður, hetta hevur tú tÃanverri nú lært.
Tú skrivar, at hetta er ein góð vinkona. Eftir øllum at døma er vinkonan særd og reagerar upp á tað, sum er hent. Tað er Ãlagi, at hon er kedd, kanska óð og eisini skuffaði. Men tað er ongantÃð Ãlagi at lúgva um onnur.
Vit halda, at tað er harmiligt, at tú nú upplivir at lygnir verða spjaddar um teg. Spurningurin er so, hvat tú nú kanst gera fyri at steðga hesum?
Tú skrivar einki um, hvørt tú hevur tosað við hana um tað, sum hendi. Vit vita tà ikki, um tú hevur fortalt henni, at tú er kedd um tað, sum hendi? Ert tú kedd um tað, sum hendi?
Tað er eitt sindur torført at ráðgeva tær, tá vit ikki vita, hvat tú sjálv ynskir skal henda. Men vit halda, at tað altÃð er eitt gott hugskot, at leita sær til rótina av trupulleikanum. Alt bendir á, at tað er à sambandinum millum teg og tÃna góðu vinkonu, at loysnin er at finna. Vit halda, at tú mást – sjálvt um tað er ringt, seta teg à samband við tÃna góðu vinkonu, so tit kunnu tosa um, hvat tit hava upp á hjartað.
Heldur tú, at tað er møguligt hjá tær, at seta teg à samband við hana og tosa við hana?
Um vit ikki svaraðu upp á tað, sum tú vildi, so ert tú altÃð vælkomin at ringja ella skriva aftur til okkara.
Alt tað besta,
Tú & Eg Ráðgevingin