Search
Close this search box.
Haaj Eg havi líka sum nakað proff… Eg eri beint fyri tíðina forelskað í tveimum. Tann eini er drekkari og roykjari. Og hin er kristin og fittur. Eg havi verið roykjari og tað. Men havi altíð verið kristin og gingið nógv á ungdómsmøti. Men eg kann bara ikki velja. Eg eri soooo forelskað í roykjaranum, men havi never ever tosað við hann. Hin havi eg ofta tosa við. Og altso mín BF sigur tað altíð líka út við dreingjirnar henni dámar :o Og so hata teir hana. Men eg tori ongantíð at siga ein skid við teir eg dámi, og so endar tað við at eg skeri meg, tí eg eri so kedd um at eg einki sigi. Men so gloymi eg teir. Og nú vil eg altso hava ein. Fái bara ikki meg sjálvan til at vísa tað ;o

Halló Gellan “!
Tað er natúrligt at forelska seg viðhvørt og eisini at forelskilsi heldur uppat aftur. Men tað er ikki natúrligt at skera seg fyri at steðga forelskilsinum og fyri at gloyma tann, ein var forelskaður í.

Tú tykist mær at vera ungur tannáringur, ið skal finna útav, hvat tú skalt gera við forelskilsi. Tær nýtist ofta ikki at gera annað enn onkurvegna at vísa dronginum, at tær dámar hann. Tú kanst til dømis bjóða honum tyggigummi og práta við hann, spyrja um hann tímir at koma at sparka fótbólt (ella okkurt annað) saman við tær og vinunum. Ella okkurt annað, ið vísir honum, at tú ert áhugað. So kanst tú finna út av, um hann tú velur, eisini er áhugaður í tær.

Viðvíkjandi at tú skerur í teg, haldi eg, at tú skuldi tikið eitt prát við ein vaksnan, tað verði seg foreldrini hjá tær, heilsusysturin á skúlanum ella kanska ein av leiðarunum í ungdómsmøtinum. Tað loysir ikki nakran trupuleika at skera teg, tvørtur ímóti. Men tað kann hjálpa líka at práta við onkran um hvat tað er sum nívur teg.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…