Hey hey eg blívi happa av einari gentu í mínum klassa, hvat skal eg gera?

Góða tú!
Takk fyri brævið! Tað er gott, at tú roynir at gera okkurt, fyri at fáa hjálp. At steðga happing sjálv er ikki lætt fyri teg ella nakran annan, ið verður happaður, og tí vil eg biðja teg um at siga tað við onkran vaksnan, ið tær dámar væl at tosa við og sum tú kanst rokna við, fer at hjálpa tær.  Her hugsi eg um tíni foreldur, lærara, heilsufrøðingin í tínum skúla ella onkran annan. Happing er ikki nakað, ið børnini, ið verða happað, sjálvi skulu klára at steðga, og tá tað er rættiliga skaðiligt fyri børn at uppliva happing, skal happingin steðgast skjótast til ber, við hjálp frá øðrum. Tú ert vælkomin at kjatta við okkum ella ringja, um tú fært brúk fyri tí.

Blíðar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg