Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr
Genta
Spurningur:
Kann man fara til læknan og fáa p-pillarir uttan at tíni foreldur vita tað? Eg havi virkuliga brúk fyri at fáa svar skjótast gjørligt.
Svar:
Hey Genta
Vanliga skulu foreldrini hava boð, um man er undir 15 ár, og skal hava heilivág frá læknanum. Men tað er eitt sindur ymiskt hvussu læknar handfara hendan trupulleika, um ein genta ikki ynskir at foreldrini skulu fáa tað at vita, at hon fær p-pillar.
Tað tú kanst gera, er at ringja til læknan, og greiða honum frá tínari støðu. Hann nýtist ikki at siga nakað við foreldrini, um tú bara ringir. Hann veit hvussu gomul tú ert og tekur so støðu út frá tí. Ring til tín kommunulækna ella ein annan lækna, oftani svara teir millum 08.00 – 09.00 um morgunin. Aftaná, millum 09.00 – 11.00, tekur skrivarin sum oftast telefonina.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.