Góða Genta.
Tað er ójavnt, nær gentur fáa mánasjúku fyrstu ferð. Eg havi hoyrt um onkra gentu, sum var 9 ár og onkra sum var 16 ár. Tó, tað mest vanliga er at vera ímillum 12 og 14 ár. Um tú hevur fleiri spurningar um mánasjúku, so ert tú vælkomin at skriva aftur. Tú kanst kanska eisini spyrja heilsusystrina, sum arbeiðir á tínum skúla. Hon veit alt um mánasjúku.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin