Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr

Genta

Spurningur:

Hey tit. Eg havi eitt stórt problem. Eg var saman við einum drongi og tá eg gjørdi tað liðugt byrjaði hann at ganga og lúgva um meg. Hann segði alt møguligt um at vit høvdu verið í song saman og sovorið, og nú trúgva mínar vinkonur uppá tað, sjálvt um eg havi sagt at hann bara leyg. Eg veit ikki hvat eg skal gera? Øll ganga og tosa um tað nú. Eg skilji bara ikki hví mínar bestu vinkonur ikki heldur trúgva uppá meg enn uppá hann? Hvat skal eg gera? Eg havi sagt við hann at hann ikki skal ganga og lúgva um meg, men sjálvandi leggur hann einki í hvat eg sigi. Hopi tit kunnu hjálpa mær.

Svar:

Góða ‘Genta’!
Ja eg skilji væl at tú ert kedd av tí sum er hent, og eisini at tínar vinkonur ikki trúgva tær. Tað kann vera at hasin drongurin hevur onkran máta at siga tingini uppá, sum fær hini at trúgva honum. Ella er hann ein sovorðin typa, sum hini ungu fólkini síggja upp til.
Hansara stoltleiki er kanska særdur, av tí at tú hevur gjørt tað liðugt, og tað kann vera orsøkin til at hann lýgur. Tað kann vera at hann følir seg betri við at siga at tit hava verið í song saman, og tað kann vera at hann brúkar hetta fyri at reypa sær, so at onnur ikki skulu hugsa so nógv um, at tú hevur gjørt tað liðugt við hann.
Men tú gjørdi tað tú helt vera rætt, og tað skal tú standa við. Tú fært ikki gjørt so nógv við hvat hann sigur. Tað tú kanst gera, er at standa við títt. Spyrja fólk um tað sum er hent, ella arga teg við tí, skalt tú bara siga sum er, at tað hann sigur ikki passar, og so siga hvat ið veruliga er hent. Ikki øsa teg upp, men sig bara heilt vanligt hvat er hent. Hevur tú ikki hug at tosa um tað, so kanst tú eisini bara siga tað.
Royn tú at hugsa um onkur onnur ting enn tað keðiliga sum er hent, og royn ikki at lurta eftir tí sum hini siga. Í síðsta enda vita bæði tú og drongurin, hvat ið veruliga er hent millum tykkum.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin