Hey
Tað er keðiligt at hoyra at tú kennir teg so einsamalla og hevur nógvar trupulleikar. Tú skrivar at tú veitst ikki hví tú ikki ert saman við tínum vinfólkum? Hetta hevur tú sikkurt hugsað nógv um. Men hevur tú roynt sjálv, at koma í kontakt við tínar vinir? Verður tú avíst av teimun? Ella ert tú bara eitt sindur ósikkur fyri tíðina…. tað er tað nógv sum eru í tínum aldri. Gongur tú til nakað frítíðarítriv saman við nøkrum av vinunum? Tað er oftast ógvuliga sosialt og stuttligt, og man er saman við javnaldrum, sum hava somu áhugamál.
Tú skrivar eisini um eina sera góða vinkonu, sum tú ert skuffað av. Tað sárar sjálvandi teg, at hoyra hetta aftur, frá einari aðrari gentu. Nú veit eg ikki rættiliga, hvussu tit báðar hava tað saman, men hevur tú tosað við vinkonuna um hetta, sum tú hevur hoyrt? Um ikki, so haldi eg tú skuldi fari til hana, og spurt hana um hetta. Sig at tú verður ógvuliga kedd av at hoyra tílíkt. Kanska fáa tit eitt gott prát, og kunnu tosa um tykkara vinarlag. Tað er kanska ikki so lætt, men tú átti at roynt. Misskiljingar kunnu lætt koma í vegin, og tí er gott at tosa um tað, og rudda upp í øllum.
Tú spyrt eisini um ein drong, sum tær dámar. Tú hevur helst roynt títt, fyri at fáa hann at svara aftur. Tað er ikki so nógv annað at gera, enn at spyrja um hann vinarliga kann senda tær eitt svar. Um hann ikki svarar, so er spurningurin um tú yvirhøvur skal brúka meira tíð uppá hann.
Góða eydnu við øllum og skriva endiliga aftur um tú hevur hug.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin