Spurnarkassin: Genta, 12 ár spyr

Genta

Spurningur:

Heeeeeeeeeeeeey :D 1000 takk fyri hendan brævkassan. Eg eri ein genta, sum eri eitt sindur ... veit ikki, hvussu eg kann kalla tað ... men, kanska eitt sindur "for" bangin B) eg eri bangin fyri at sova, og eg eri bangin fyri at hyggja aftur um meg. Eg eri eisini bangin fyri at babba kemur inn í mítt kamar ella onkur vinmaður hjá beiggja mínum ? :o Men, hvat kann eg gera fyri at slappa meira av? Mítt hjarta fer eisini ofta at banka skjótt, tá ið eg eri bangin & so vil eg spýggja. Hvat kann eg gera fyri at slappa meira av ? :-* Tùsund takk fyri alt tað, ið tit hava hjálpt fólki & ungum við ... eg eri méga takksom :-* Takk fyri meg #hesaferð# hæhæ,, Beeei.

Svar:

Góða genta!
Tú dugir væl at greiða frá tínum kenslum, og tað, sum tú greiðir frá, sigur mær, at tú ert so mikið merkt av at vera bangin, at tað er ein stórur trupulleiki fyri teg.

Tað at vera bangin ella at hava ótta, er ein kensla, sum kann vera ógvuliga sterk í løtum, og hon kann eisini minka og vaksa, alt eftir, hvørjari støðu ein er í. Tín kensla av ótta kann viðhvørt gerast so mikið sterk, at tú vilt spýggja. Tað ber ikki til at siga, at tú ert “for” bangin, tí eg veit ikki, hví tú ert bangin. Tú veitst best sjálv, og onnur kunnu ikki meta um, hvussu bangin ella ikki bangin ein annar eigur at vera.

Tú nevnir nakrar støður, har tú blívur bangin, t.d. tá tú skalt sova, tá tú gongur úti, og tá tú hugsar um, at pápi tín ella onkur vinmaður hjá beiggja tínum kemur inn í títt kamar?
Eg haldi, at tú skalt royna at finna fram til, hvat ger teg bangna og hví. Tú kanst til dømis hugsa um:
–         um tú altíð hevur verið bangin, ella um tað byrjaði eitt ávíst tíðspunkt
–         nær tú ert mest bangin, og nær tú slappar mest av
–         um tú ert bangin saman við summum fólkum, ella altíð
–         um tú ert bangin tá tú ert einsamøll

Angist kann stava frá onkrari hending, tá tú vart lítil. Tað kann vera, at tú hevur gloymt, hvat er hent, men at tú ert blivin bangin av onkrari hending, og at hendingin hevur sett so djúp spor í tær. Møguliga kanst tú spyrja tíni foreldur, um tey vita at fortelja tær, hvat kann hava gjørt, at tú ert so bangin í dag.

Tað er umráðandi, at tú fært hjálp fyri tín trupulleika sum skjótast. Tað er tungt hjá tær at vera bangin, tí tað ávirkar teg so nógv, og tað kann versna, um tú ikki fært hjálp. Tað er eingin skomm at vera bangin, og øll eru bangin viðhvørt, sjálvt um øll ikki tora at viðganga tað, eins og tú gert. Tað er sterkt av tær at vera opin um tað.

Tá tú viðgongur, at tú hevur henda trupulleika, eru ymiskir møguleikar at fáa hjálp.Tað at tú sigur tað við onkran, kann eisini gera, at tú kanst slappa meira av.
Møguliga kann tað hjálpa tær, at tú venir teg við bert at hugsa tankar, sum gera teg trygga, ella at vera saman við øðrum, sum gera teg trygga. Tað kann hjálpa tær, men tað kann vera, at tú hevur brúk fyri aðrari hjálp eisini. Um so er, so haldi eg tú burdi fortalt tað fyri onkrum vaksnum, sum tú veitst lurtar eftir tær. Tú kanst eisini ringja til Tú & Eg Ráðgevingina, fyri at tosa meira við ein ráðgeva um hendan trupulleikan. Ráðgevingin hevur opið mánadagar og hósdagar kl. 14-22.

Blíðar heilsur,

Tú & Eg Ráðgevingin