Hey 13 ára gamla!
Tað er gleðiligt at hoyra, at tú ikki sjálv følir til nakra happing. Tú nevnir sjúku, men greiðir ikki nærri frá hesum.
Tað ljóðar, sum tú ikki sært nakra góða grund til at mamma tín er ill við teg. Tú skrivar ikki, hvør orsøkin er, at foreldur tíni eru ill við hvørtannað. Men óansæð er tað eitt tekin um, at tey ikki eru nøgd og ynskja onkrar broytingar. Tað at mamma tín skeldar um, at tú nýtir ov nógvan streym, kann vera tekin upp á, at tey hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Ella at tað er lættari at skelda um sovorðin ítøkilig ting, heldur enn at siga, hvat veruliga liggur aftan fyri ónøgdina. Tað at skeldast, er oyðileggjandi, bæði fyri tann, ið skeldar og tann, ið verður skeldaður. Um foreldur tíni hava trupulleikar, er tað teirra ábyrgd at loysa teir. Um tey halda, at okkurt, sum tú gert er ein trupulleiki, eiga tey at siga tær tað beinleiðis og royna at loysa teir saman við tær. Eg skilji væl, at tú ert ónøgd við ikki at sleppa at vera leingi úti. Men tey eru kanska bangin fyri, at okkurt ringt kann henda tær og vilja vita, hvat tú gert. Tú ert jú ung og tey hava óivað ringt við at sleppa tær.
Tað at tú ynskir tær eitt barn er ikki ónátúrligt, hóast tú ert so ung. Tað ljóðar sum tú ikki følir, at tú fært treytaleysan kærleika frá tínum foreldrum. Tá tey eru ill og skelda, er ikki lætt at vísa teimum kærleika heldur. Tí haldi eg, at tú ynskir eitt barn at elska, og sum elskar teg aftur. Men um tú hugsar teg um, ert tú óivað greið um, at tað er best at bíða við hesum. Ger skúlan lidnan, fá tær útbúgving og arbeiði. So hevur tú nakað at bjóða barninum. Eisini er tað betri, at tú hevur ein maka, so tit kunnu hjálpast at við uppalingini av barninum. Tað krevur nógv av tær at fáa eitt barn. Man sær ikki, hvussu bindandi og krevjandi tað er, fyrr enn man stendur í tí. Harafturat er tað sera dýrt at liva í Føroyum og ein fær ikki tann stóra fíggjarliga stuðulin. Tað er ikki vist, at foreldur tíni kunnu hjálpa tær við barninum heldur. Tá man hevur sosialar og fíggjarligar trupulleikar, kunnu teir fylla so nógv, at ein hevur minni yvirskot til síni børn. Eg vænti, at tú vilt geva tínum børnum tað, sum tú saknar frá tínum foreldrum. Annars er einki galið við ikki at kunna gráta eina tíð. Tað kemur út á onkran annan hátt. Tú hevur kanska rætt í, at tit øll høvdu havt tað betri, um foreldur tíni vórðu skild. Kanska halda tey saman fyri tína skuld. Tú skuldi kanska tosað við foreldur tíni um, hvussu tú hevur tað – um tú ikki longu hevur gjørt tað. Tey hava tað óivað trupult og vita kanska ikki, hvussu stóra ávirkan teirra atferð hevur á teg. Tú kanst spyrja, um tú kanst hjálpa til við nøkrum, fyri at gera støðuna lættari. Tað kann ikki gera tað verri at tosa saman. Um ikki, kanst tú tosa við onkran annan, sum kann hjálpa tær.
Tú ert altíð vælkomin at venda aftur til okkara. Góða eydnu!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin