Hey. Eg dámi ein drong sum eg ikki so gott kenni, men eg veit væl hvør hann er. Eg havi skrivað til hann inni á arto, men hann svarar næstan aldrin aftur. Hvat halda tit eg skal gera fyri at fáa hann at svara?

Ja tað er ikki so lætt. Men tað tú kanst gera, er at spyrja hann vinarliga um hann ikki kann svara tær aftur. Ger hann ikki tað, so kanst tú hugsa um tú tímir at brúka meiri tíð uppá hann. Men hvis tú veitst hvør hann er, so kundi tú kanska roynt at tosa við hann? Kanska er hann bara smæðin, tað eru dreingir ofta tá teir eru 13.

Góða eydnu!

Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg